Útbúgving er grundarsteinurin

05. juli. 2010 | Áskoðan

Kjak hevur tikið seg upp, hvørt tað í sparirundu er rætt at taka undirvísingartímar frá teim yngstu flokkunum. Okkara vón hevði verið, at politiski myndugleikin hevði størri málsetningar við skúlaverkinum og legði kjakið eftir hesum málsetningum.

Øll eru vit samd um, at útbúgving er sera týdningarmikil, og at útbúgving er altavgerandi fyri, at okkara samfelag skal verða kappingarført bæði nú og í framtíðini.

Kjakið í Føroyum snýr seg hesaferð, og sum so ofta fyrr, um smátingini í staðin fyri yvirskipaðu málini.  Yvirskipaðu málini og kjakið áttu at snúð seg um, hvat vilja vit við fólkaskúlanum, og hvussu fáa vit tann besta fólkaskúlan í dygd.
Hetta eru teir avgerandi spurningarnir – ikki tímatalið sum so.
Tað er tó púra greitt, at fleiri tímar til undirvísing, alt annað líka, eiga at geva børnunum betri útbúgving. Gera teir ikki tað, so er okkurt annað galið, sum ikki hevur nakað við tímatalið at gera.
Talið á skúlum hinvegin hevur helst størri ávirkan enn fleiri geva sær fær um. Tað er púra greitt, at smáir skúlar ikki kunnu hava sama tilboð sum stórir skúlar, og tískil fáa næmingarnir har ikki møguleika til sama førleika sum onnur børn. Tað ber bara ikki til, hvørki praktiskt ella fíggjarliga.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í útbúgvingarsjónarmiðum felagsins gjørt greitt, at stig mugu takast fyri at tryggja, at unga ættarliðið fær so góðan skúla sum gjørligt. Hetta kann bara gerast við at raðfesta skúla og raðfesta útbúgving.
Hvørjar raðfestingar skulu gerast fyri at fáa besta skúlan á ein fíggjarliga forsvarligan hátt, hevur felagið eisini boð uppá. Hetta kann m.a. gerast við at:
·         Raðfesta útbúgving, so vit fáa tann besta fólkaskúlan, har góðska í undirvísingini er fremsta málið.
·         Smáir skúlar verða niðurlagdir, so at so fáir fólkaskúlar, sum til ber, eru í Føroyum – hetta fyri at kunna veita børnunum so javnbjóðis góða og fjøltáttaða undirvísing sum gjørligt.
·         Miðað verður eftir, at stimbra børnini soleiðis, at allir tannáringar eftir loknan fólkaskúla fara á miðnámsskúla ella í læru. Samstundis sum viftan av møguleikum hjá ungum verður gjørd so breið, at tað eisini verður møguligt hjá teimum minni bókligu næmingunum at nema sær útbúgving.
Men hetta krevur, at tey, sum sita við ábyrgdini, tora at taka avgerðir, sum kunnu tykjast tungar í løtuni, men sum geva føroyskum børnum og føroyska samfelagnum teir bestu førleikarnar í longdini.
Útgreining av tilmælum okkara síggjast annars í frágreiðingini Útbúgving og Gransking, Partur 1, sum er tøk á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)